Ræstkjøtaburgari er ársins orð 2018. Tað er greitt, eftir at Kringvarpið skipaði fyri at finna ársins orð.
Lurtararnir hjá Góðan Morgun Føroyar lótu inn uppskot til ársins orð, og síðani valdi Málráðið 10 av teimum, sum síðani skuldi veljast ímillum.
Sólva Jónsdóttir, forkvinna í Málráðnum, Jón Biran Hvidtfeldt, formaður í Felagnum fyri Føroysk Miðlafólk og Sølvi Jepsersen, formaður í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, skuldi velja ársins orð. Sólvá og Sølvi valdu orði “Ræstkjøtaburgari”, meðan Jón Brian helt at “Glasir” skuldi verða ársins orð.
Ræstkjøtabugarin hjá Ruben Busk hevur veruliga sett sín dám á 2018, og valið sum ársins orð fer heilt vist at tryggja, at vit fara at minnast burgaran enn betur.
Hoyr innslag hjá Góðan Morgun Føroyar her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald