Jagaraflogfør frá Royal Airforce hernaðarflogstøðini í Lossiemouth í Skotlandi vórðu í dag send út til at kanna russisk hernaðarflogfør, sum nærkaðust bretskum loftøki vestan fyri Hetland.
Hendingar av hesum slag vóru ikki óvanligar, skrivar BBC í dag. Hendingarnar í dag koma samstundis, sum hernaðarligi spenningurin millum eystur og vestur økist í eystara parti av Evropa.
Ein talsmaður fyri RAF váttar í dag, at flogfør av Typhoon slagnum frá RAF Lossiemouth og eitt Voyager Tanker flogfar frá RAF Brize Norton vórðu send avstað fyri at kanna ókendu flogførini, sum nærkaðust bretskum øki.
Enn hevur Royal Airforce ikki greitt nærri frá, hvat tað var, sum hendi.
Sí eisini grein um tilburðin á jn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald