Uttanlands

Rakett úr Gaza rakti hús í Ísrael í morgun

Ísraelski herurin svaraði aftur við luftálopi

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-10-17 08:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ísraelsk hernaðarflogfør hava í morgun rakt fleiri mál í Gaza, eftir at militantar í Palestina skutu ein rakett inn í býin Beersheba í Ísrael. Rakettin rakti eini hús í býnum og tríggir persónar vórðu fluttir á sjúkrahús eftir rakettálopið.

Fólk í Gaza siga, at ísraelski herurin leyp á átta støð í Gaza. Ísraelski herurin sigur, at ein onnur rakett eisini varð skotin úr Gaza, men at hendan endaði í sjónum.

Støðan í økinum er sera spent. Mótmæli eru við landamarkið millum Gaza og Ísrael hvørja viku, og palestinskir militantar senda áhaldandi eldásettar ballónir og flogdrekar yvir markið inn í Ísrael, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder