Innanlands

Rasmus Bjerg og Frændur í Høllini á Hálsi í kvøld

Rasmus Bjerg syngur hittini hjá John Mogensen, og Frændur spæla sínar bestu sangir

Rasmus Bjerg tulkar John Morgensen í kvøld

Rasmus Bjerg tulkar John Morgensen í kvøld

2019-05-18 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld er serstøk konsert og dansur í Høllini á Hálsi. Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum "Så længe jeg lever", og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen við bólki á festivalum og konsertum. Hetta hevur eydnaðst væl, og í kvøld fer Rasmus á pall við bólki í Høllini á Hálsi.

Umramt hittini hjá fólkakæra dananum verður fólkakæri føroyski bólkurin, Frændur eisini at hoyra. Frændur hava ikki spælt nógv seinastu árini, men í kvøld verða teir á pallinum í høvuðsstaðnum við sínum mongu hittum.

Tiltakið byrjar klokkan 22.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder