18. mai verður høvu at uppliva vælumtókta danska sjónleikaran Rasmus Bjerg í leiklutinum sum John Mogensen. Rasmus Bjerg kemur við við bólki sínum til Føroya at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen – »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar.
Rasmus Bjerg spældi leiklutin sum John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og ummælini hava verið framúr góð.
Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl, nú 40 ár eftir at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her.
Helst best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, Frændur, fer eisini á pallin hetta kvøldið.
Kvøldið við Rasmus Bjerg og Frændum í Høllini á Hálsi í Havn, verður skipað sum konsert og dansur. Lagt verður fyri um 22-tíðina, og hildið verður á út á náttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald