Innanlands

Ræstkjøtaburgarin verður at fáa á ólavsøku

Streetfood fer at selja nógv umrødda burgaran á ólavsøku

2018-07-23 13:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógv umrøddi ræstkjøtaburgarin, sum Streetfood hevur slet í Saksun seinastu tíðina, verður at fáa á ólavsøku.

Ruben Busk, sum eigur og rekur Streetfood, segði í síðstu viku, at hann hevði søkt um loyvi at selja á ólavsøku. Í dag váttar hann, at loyvið er fingið.

- Ja, vit fara at selja á ólavsøku. Vit hava fingið loyvið at stilla okkara vogn á parkeringsøkið millum City Burger og Basecamp, sigur Ruben Busk.

Ræstkjøtaburgarin hevur fingið sera nógva umtalu seinastu tíðina, tí at Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tveimum førum noktaði Rubeni at selja ræstakjøtið í matvogninum, tí at loyvið ikki var givið til sølu. Nú loyvið er givið, hevur nógva umrøðan havt ein jaligan virknað, tí at sera stórur áhugi er fyri at royna ræstkjøtaburgaran.

- Eg vænti at tað verður stórur áhugi og eg vóni, at vit fara at megna at svara eftirspurninginum. Trupulleikin verður neyvan at vit mangla kjøt, men vognurin er ikki stórur og vit kunnu ikki bara kroysta fleiri fólk inn í hann fyri at tað skal ganga skjótari

Tá stór tiltøk eru og nógvur eftirspurningur er, er ofta vandi fyri, at sølan hevur størri týdning enn dygdin á vøruni, men Ruben Busk lovar, at so verður ikki á ólavsøku.

- Eg leggi nógv í, at dygdin skal verða so góð sum gjørligt, so vit fara at gera okkum stóran ómak, sigur Ruben Busk at enda.

Umframt ræstkjøtaburgaran selur Streetfood eisini burgarar við langstíðarstoktum lambskjøti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder