Mentan

Regin Dahl 100 ár

Í morgin, sunnudagin verður hátíðarhald á landsbókasavninum

2018-11-03 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 4. november frá klokkan 15 til 16.30 Landsbókasavninum fara fólk fara at minnast og hátíðarhalda Regin Dahl sum høvund.

Framsýningin Regin Dahl letur upp henda dag.

Á skránni verða røður um hansara rithøvundavirki, m.a. fer Hanus Kamban at hugleiða um Regin Dahl, Kim Simonsen kemur at greiða frá um frímerkið av Regini Dahl, og Knút Háberg Eysturstein kemur at greiða frá um komandi bók um Regin Dahl, ið verður nevnt "Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin".

Eisini kemur Heðin klein at lesa upp yrkingar eftir Regin Dahl, og Lea Kampmann fer at tulka nøkur løg hjá honum.

Um Regin Dahl

Regin Dahl (1918-2007) yrkjari, tónleikari og týðari varð borin í heim í Sandágerði. Hann tók studentsprógv á Sorø í 1937. Lívsstarv hansara var hjá danska forlagnum Gyldendal sum forlagsráðgevi.

Regin Dahl fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens bæði í 1973 og í 1979. Hann er eisini kendur í Føroyum fyri at hava endurnýggjað føroyskan tónleik. Tá hann fylti áttati í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins. Hetta var fyrstu ferð hendan virðisløn var givin.

Kom málsliga tilvitið frá pápanum Jákup Dahl, prósti, so kom tað musiska sinnalagið hjá Regini frá mammuni Mariu Dahl, dóttir Bakar Hansen (Georg Caspar Hansen og Mariannu Jacobsen).

Regin las fagrar bókmentir og norrønt í Keypmannahavn. Tá hann var átjan ára gamal gav hann út fyrsta yrkingasavnið "í útlegd". Hann yrkti her um útlegdina, ið er eitt afturvendandi tema í hansara skaldskapi, mest tí hann alt lívið var útiseti. Fyrstu yrkingarnar komu í Varðan í 1936.

Regin kom at endurnýggja føroyska yrking. Heitini til søvnini eru egin og sýna málsligt tilvit, so sum "Beltisgyrði", ið er bandið, sum bakkamenn hava um miðjuna at heingja fuglin í, "Gongubitar", ið eru bitar, ið menn høvdu við sær í hagan, t.d. á fjalli, "Eftirtorv", ið er torv, sum sløðist eftir á heiðini.

Tá annar heimsbardagi brast á, var ikki longur samband millum Danmarkar og Føroya. Regin var ein av hesum unglingunum, ið var staddur í Danmark í lestrarørindum. Eftir krígslok í 1945 komu tey flestu aftur, men Regin varð verandi.

Regin var estetikari, yrkjari, tónleikari, týðari og mangt annað. Hann var kendur í Danmark fyri at týða yrkjaran Baudelaire til danskt.

Regin hevði longu frá skúlatíðini á Sorø Akademi vinir í Danmark, ið seinni gjørdust kendir. Ein av hesum var Ole Wivel, seinni forlagsstjórin á Gyldendal. Regin fekk ein týðandi leiklut í bólkinum rundan um Wivel, danska tíðarritið Heretica og forløgini bæði - Wivelsa og Gyldendal. Regin Dahl var sum forlagskonsulentur við til at skriva danska bókmentasøgu, samstundis sum hann sjálvandi eisini endurnýggjaði føroyska yrking, tónleika-, menta- og bókmentasøgu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder