Meðan veðrið hevur víst seg frá síni betru síðu farnu dagarnar, er lítið at fegnast um í dag.
Hann sigur frá avfallið millum 0,2 og 1,0 mm gjøgnum allan dagin. Eisini er hann strúkur í vindi til hvassan vind, við vindferð millum 11,6 og 14,9 m/s av landsynningi. Hitin millum 8 og 10 hitastig.
Í nátt minkar hann nakað um vindi við andøvsgul og frískum vindi millum 7,6 og 8,9 m/s av landsynningi áðrenn hann skiftir til útsynning vestan. Avfall millum 0,1 og 0,9 mm og hitin millum 9 og 10 hitastig.
Um morgunin og út á seinnapartin verður turt, men nógvur vindur, millum frískan og hvassan vind, við vindferð millum 8 og 16,9 m/s av sunnan. Um kvøldið verður nakað av avfalli, millum 0,3 og 0,5 mm. Hitin millum 8 og 9 hitastig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald