Ttað sum eftir er av degnum verður nógv regn og vindur, men í morgin skuldi veðrið blivið frægari.
Í dag er avfall millum 0,7 til 1,7 mm fram til klokkan 20, tá avfallið minkar niður í 0,2 til 0,3 mm restina av kvøldinum. Vindurin minkar tó lítið og einki við hvøssum vindi til skrið millum 16 og 20 m/s av vestan. Hitin er 10 hitastig allan dagin.
Í morgin minkar hann í vindinum, eins og minni avfall er. Í nátt minkar hann um vindin niður í strúkur í vindi til hvassan vind millum 12 og 16 m/s av vestan. Einki avfalla og millum 9 og 10 hitastig.
Í morgin minkar frá frískum vindi við 10 m/s til gul við 4 m/s av útnyrðingi vestan og norðan. Nakað av avfallið verður frá klokkan 13 til 19 millum 0,1 til 0,9 mm. Hitin minkar frá 9 hitastigum niður í 6 hitastig.
Sí veðurforsøgnina hjá Portalinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald