Innanlands

Regn, regn og aftur regn

Tað regnar út í eitt inntil á middegi í morgin

Savnsmynd: Bjartur Vest

Savnsmynd: Bjartur Vest

2018-12-15 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin er eingin hugaligur lestur, nú regnið heldur á í allan dag.

Í dag er avfallið millum 0,1 og 1,5 mm. Vindmegin er hvassur vindur og skrið av landsynningi sunnan, millum 14 og 18 m/s. Hitin er 7 hitastig.

Í nátt og fram til á middegi í morgin er millum 0,1 og 0,9 mm avfall. í ættini er hann hvassur vindur og skrið av landsynningi og landsynningi eystan, millum 14 og 18 m/s til á middegi. Seinni á degnum minkar í vindinum til andøvsgul og strúkur í vindi, millum 6 og 12 m/s av landsynningi og útsynningi. Hitin millum 7 og 8 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder