Innanlands

Reiðarafelagið fyri Farmaskip broytt navn

Nú eitur felagið Reiðarafelagið fyri Handilsskip

2018-10-02 19:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Týsdagin í farnu viku varð avgjørt á eykaðalfundi í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, at nýggja heiti felagsins verður Reiðarafelagið fyri Handilsskip og á enskum Shipowners of the Faroe Islands.

Orsøkin til navnabroytingina er ein ásannan av, at limaskarin í felagnum fevnir breiðari enn orðið “farmaskip” leggur upp til.

Eitt handilsskip er sambært føroysku skipaskrásetingarlógini “Eitt og hvørt skip ella far, tá ið fiskiskip og stuttleikaskip eru undantikin”, og hetta fevnir sostatt um øll tey skip, sum limirnir í felagnum vara av, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

Skipini, sum reiðaríini í felagnum vara av, eru m.a. farmaskip (bulk, ro-ro, bingju), ferðamannaskip, tangaskip, veitingarskip og onnur tænastuskip.

Í nevndini í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip sita:

Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Rúni V. Poulsen, Gunnbjørn Joensen, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Jónas Sigmarsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder