Á flokstinginum hjá Tjóðveldi um vikuskifti hevði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, eina gestarøðu, har hann sjósetti eitt uppskot um at keypa avloysaraskipið hjá Smyrli.
Tankin hjá stjóranum er, at tá avloysaraskipið Galaxy ikki siglir fyri Smyril, kann tað sigla við farmi og ferðafólki millum Scrabster og Suðuroynna. Hetta fyri at fáa betri vágastýring á Strandferðsluni.
Men Reiðarafelagið hevur trupult við at fáa eyga á nakra góða orsøk til, at Strandferðslan skal inn á hetta økið.
Reiðarafelagið skrivar á Industry.fo, at marknaðurin fyri farmaflutning við skipi er, sum er, merktur av ógvuliga harðari kapping og yvirkapasiteti. Neyvan er tað nakað annað fjarskotið oyggjaland, sum hevur so góða tænastu á hesum økinum sum Føroyar. Tað eru avskipingarmøguleikar úr Føroyum hvønn einasta dag í vikuni, og eisini vikuligar fráferðir úr Føroyum til Scrabster, har tað júst er feskur fiskur, sum verður fluttur. Um nøgdirnar eru størri enn vanligt, ber eisini til at leggja inn í Suðuroynni eftir teimum.
- Reiðarafelagið fyri Handilsskip er hart ímóti, at tað almenna fer inn at kappast við privata vinnu. Almenni stovnurin Strandferðslan hevur nakrar ávísar uppgávur at røkja, og at fara inn at kappast við privatu vinnuna er ikki ein av teimum.
Reiðarafelagið skrivar at enda, at vónandi eru ætlanirnar, um at Strandferðslan skal inn at kappast við privatu vinnuna um farmaflutning til og úr Føroyum, vónandi enn bara eitt hugskot hjá stjóranum á Strandferðsluni.
- Og vónandi verður hetta ongantíð meira enn eitt hugskot, skrivar Reiðarafelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald