Innanlands

Rektarin: Skeivt at siga, at Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting

Jacob S. Olsen vil vera við, at námsvísindadeildin ikki verður raðfest nóg høgt, men hetta afturvísir rektarin á Setrinum

Sigurd í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetur Føroya (Mynd: kvf.fo)

Sigurd í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetur Føroya (Mynd: kvf.fo)

2018-08-08 18:01 Author image
Oda Strøm
placeholder

Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar á heimasíðu felagsins 8. august grein við heitinum “Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting á Setrinum”. Í innganginum verður sagt, at í 2011 hevði Føroya Læraraskúli eina játtan á umleið 23 milliónir, og at Námsvísindadeildin nú fær væl minni enn 20 milliónir í sín part.

Hendan samanberingin er ikki røtt, sigur Sigurd í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, í tíðindaskrivi.

Hann vísir á, at fyri 2011 var samlaða játtanin til Føroya Læraraskúla 22,546 mió kr. Raksturin 2011 vísir eitt úrslit uppá 21,944 mió kr. Raksturin í 2011 er býttur á 4 ymisk endamál (staðnr.):
- 0000: Ógreinað -631 tkr
- 0100: Læraraskúlin 19.393 tkr
- 0200: Kantinan 2 tkr
- 0300: Venjingarsk/Lærarask 3.180 tkr

- Virksemið undirvísing og gransking hjá Føroya Læraskúla er bókað á staðnr 0100 og er sostatt 19,4 mió í 2011. Fyri sama virksemi í 2017 hjá Námsvísindadeildini, bókað á Fróðskaparsetur Føroya staðnr. 0010, sæst, at raksturin var 19,9 mió. Um vit samanbera lønarútreiðslurnar (stkt 11) sæst, at lønarútreiðslurnar í 2017 (18,4 mió kr) eru áleið 3,6 mió hægri enn í 2011 (14,8 mió kr), vísir Sigurd í Jákupsstovu á. 

- Tað er skeivt at siga. at Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting á Setrinum. Síðan 2012 hevur verið arbeitt við at styrkja útbúgvingar- og granskingarvirksemið á deildini. Hetta sæst m.a. við, at talið av føstum starvsfólkum og granskarum er økt, at fakini støddfrøði og føroyskt eru uppraðfest, og við at starvslæran verður styrkt. Fleiri onnur dømi kundu verið nevnd, sigur rektarin.

- Vit harmast um, at Føroya Lærarafelag ber slík tíðindi uttan fyrst at venda sær til Fróðskaparsetrið, tí, fyri at nýta orðini hjá Jacob Eli, so er Námsvísindadeildin grundin undir fólkaskúlanum og fremsti samstarvsfelagi hjá lærarayrkinum, leggur Sigurd í Jákupsstovu afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder