Orðini eigur rithøvundurin Hanus Kamban og vórðu søgd á samkomu í Paname í “Gamla Bókhandli” í Havn mikudagin, tá bókin “Antisemitisma” varð løgd fram.
Hanus Kamban hevur sum fáur átikið sær uppgávuna at greiða frá søguni hjá jødunum frá um ár seksti og fram til endan á seinna heimsbardaga.
Tá hann fór undir hetta stóra arbeiðið fyri 2-3 trimum árum síðani, visti hann av góðum grundum ikki, hvussu støðan í Miðeystri skuldi síggja út, um tað mundið bókin kom út.
Og tað var m.a. eisini júst hetta hann nam við í framløguni av bókini henda kalda men vakra desemberdag.
-Tá eg byrjaði at skriva bókina fyri árum síðani var tað eingin ella fáur, sum hevði hugsað um, hvat fór at henda. Men nú er knappliga eldur í. Tað hevði eg ikki hugsað um tá. So kann man spyrja seg sjálvan: hví er eldur í.
Eg havi hugsað um tað og haldi sjálvur, at tað hevur samband við tað, at vit blíva við at seta álit okkara til religiónina, trúnna.
Í Miðeystri eru tríggir átrúnaðir. Har er islam, har er jødadómur og har eru tey kristnu. Uppá ein ella annan máta havi eg ta áskoðan, at religión í sær sjálvum ger ikki nakað gott.
Eg vil siga, at religión - trúgv - sum vit kalla tað, førir til óndskap. Tað er í veruleikanum tað vit uppliva nú. Tað er líkamikið, hvat fyri religión tað er. Um tað er trúgvin uppá Gud, trúgvin uppá Jehova ella trúgvin uppá Allah, tað er líkasmikið.
Tað førir til óndskap, tá menniskju ikki kunnu loysa seg frá, at billa sær inn, sum nógvir jødar gera, at vit eru Guds útvalda fólk. Tað eru teir ikki. Eingin er Guds útvalda fólk, og tað førir við sær óndskap, morð og dráp.
Hanus Kamban legði aftrat, at hetta er hansara óivað ikki serliga væl gjøgnumhugsaða meting. Men helt so fram:
-Eg eri bangin fyri, at soleingi vit halda fram at trúgva blint uppá slíkar Gudar, sum í grundini eru hugmyndir og ikki veruliga eru til, og trúgva, at nakar er Guds útvalda fólk, so heldur tað bara fram. Har er ikki nakað at gera.
Men hevur onkur annar eitt betri hugskot, so lurti eg fegin, segði rithøvundurin, áðrenn hann lat sonin, Atla Brix Kamban, sum hevði gjørt myndina til permuna á bókini, spæla nøkur vøkur løg.
Nú bókin loksins er útkomin takkaði høvundurin eisini fyri góða samstarvið við prentsmiðjuna Føroya Prent og var hann fegin um, at vit hava slíkar í Føroyum.
Tveir háaktuellir føroyskir rithøvundar, Hanus Kamban og Heini í Skorini. Mynd Jan Müller
Um bókina Antisemitisma, sum merkir jødahatur
Bókaverkið Antisemitisma er á mangan hátt óvanligt. Tað er fyrsta verk av sínum slag í Føroyum og í Danmark og eisini – á ein hátt – í heiminum.
Tað fevnir um eitt langt tíðarskeið í søguni og snýr seg fyri stóran part um forfylging, kúgan og dráp av jødunum. Rithøvundurin varpar her ikki minst ljós á støðuna undir seinna heimsbardaga, tá Týsklands valdsharri, Adolf Hitler, gjørdi av at myrða allar heimsins jødar. Tað eydnaðist honum og hansara skutilsveinum – nazistunum – at taka um seks milliónir av jødum av døgum. Hesi fólk vórðu gassað til deyðis, skotin, svøltað í hel, fryst í hel, sligin, hongd, kvald, eitrað, pínd, brend og avlívað á annan hátt.
Ta rørslu , sum gjørdi hesa hending møguliga, rópa vit antisemitisma, sum merkir jødahatur.
Víðari skrivar høvundurin, at sjálvt upprunafæið til hesa rørslu finna vit í teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti. Í øllum fýra verður greitt frá, at jødarnir høvdu ábyrgd av Jesu deyða. Hetta varð ósatt, tí í roynd og veru hevði Pontius Pilatus – rómverskur landshøvdingur – ábyrgdina. Men veruleikin var, at ikki bara teir jødar, sum tá livdu, men allir jødar fyri alla tíð fingu skyldina. Umframt hetta vórðu jødar samstundis – í m.a. Nýggja Testamenti – lagdir undir at vera Satans børn.
Í miðøldini varð henda ræðumynd herd, víðkað og endurtikin umaftur og umaftur. Jødar vórðu lagdir undir at eitra brunnarnar, at vanhalga altarbreyðið og at pína og drepa smábørn. Somuleiðis fingu teir skyldina fyri farsóttir, bardagar og kreppur.
Um alt hetta kann ein lesa í stórverkinum “Antisemitisma” eftir Hanus Kamban. Í hesi frásøgn – har greitt verður frá antisemitsmunnar søgu í stívliga nítjan øldir – eru tíbetur eisini nakrir glottar. Eitt nú varð tíðarskeiðið eftir ár 700 – tá ið muslimar ráddu í Spania – ein tíð, tá ið jødar, muslimar og kristin livdu í sátt og semju.
Í seinasta kapitli í bókini greiðir høvundurin frá, hvussu ísraelskir demokratar í hesum døgum stríðast fyri at bjarga landsins sál undan einum mannvondum høgraráki.
Um verkið sum heild sigur høvundurin, at tað er frukt av einum áhuga, sum varð kveiktur longu í 1962.
Bókin er góðar 500 síður og fæst í bókabúðunum kring landið. Útgevari er forlagið Náttsólin.
Um rithøvundan er at siga, at hann hevur greitt úr hondum ørgrynnu av bókmentaligum tekstum og er kanska mest kendur fyri bøkurnar um skaldabrøðurnar J.H.O. Djurhuus og H.A. Djurhuus fyri bert at nevna nakrar.
Hanus hevur tvær ferðir verið í tilmæli til at fáa ta norðurlendsku bókmentavirðislønina.
Myndir Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald