2018-11-26 11:07
Ein bilførari í Oyndarfirði var í gjár so óheppin, at viðkomandi rendi á eina ær.
Bilførarin boðaði løgreglu frá, at hon hevði rent á eina ær, men at ærin sjálv megnaði at renna víðari. Bilurin hevði tó fingið skaða.
Løgreglan boðar í slíkum førum ánaranum frá, so at hesin kann seta seg í samband við tryggingina.
Vaktleiðarin sigur, at fólk eru røsk at boða frá, tá hesi koyra á seyð. Hetta skal gerast, so at ánarin kann boða tryggingini frá, so at viðkomandi kann fáa eitt endurgjald fyri árenda seyðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald