2018-11-08 11:56
Eitt ferðsluóhapp var í Vestmanna í gjárkvøldið. Tað var beint fyri klokkan 19 at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilførari hevði rent á ein lyktapela á Ovaravegi í Vestmanna.
- Bilførarin var sjálvur farin úr bilinum. Sjúkrabilur kom á staðið, og har var avgjørt at bilførarin skuldi á landssjúkrahúsið til kanningar, tí at hesin møguliga hevði fingið eitt slag í nakkan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Bilurin fór rættiliga illa í óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald