Ikki er óvanligt at bilførarar koyra á seyð, sum hevur vilst seg út á vegin. Men óvanligt er, at bilførarar koyra á ross.
Júst hetta hendi í gjárkvøldið klokkan 21:15 á vegnum millum Sand og Skálavík á Sandoynni.
- Ein bilur kemur koyrandi eftir vegnum millum Sand og Skálavík, tá eitt ross gongur út á vegin. Eingin persónsskaði stóðst av hendingini, og rossið fekk heldur ongan skaða og gekk víðari, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Lukkutíð fingu hvørki persónur ella ross skaða, men bilurin fekk stóran skaða, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan gjørdi eisini ferðamátingar á Suðuroynni í morgun beint fyri klokkan 8, og har skikkaðu allir bilførarnir seg væl, tí at eingin sak varð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald