2018-11-21 16:16
- Um tú sum bilførari ikki nært at støðga, tá bilurin, ið koyrir framman fyri teg, bremsar ella slakar av, so er tað tí, at tú ikki hevur hildið neyðuga frástøðu. Ein slík hending gevur altíð klipp í koyrikortið í minsta lagið. Er talan um, at tú hevur hugt niður í eina telefon ella tílíkt, so er vandi fyri at koyrikortið kann rúka.
Soleiðis sigur vakthavandi á politistøðini um eitt óhapp, sum hendi á Vatnavegnum fram við Sørvágsvatni seinnapartin í dag.
Óhappið hendi beint fyri klokkan trý. Talan var bert um materiellan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald