Innanlands

Rescue Lív seld av landinum

Bjargingarbáturin er tikin upp, og verður nú riggaður til at flyta til Svøríkis

(Mynd: Rescue Lív)

(Mynd: Rescue Lív)

2020-12-03 15:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag loysti Rescue LÍV fyri síðstu fer úr føroyskari havn og var sigldur yvir til Faroe Ship við Skansabryggjuna, har hann var tikin upp og riggaður til at flyta til Svøríkis.

Tað er svenska sjóbjargingartænastan SSRS, sum hevur keypt Rescue LÍV, og hann verður settur í tilbúgvingina í Trelleborg í Svøríki.

Rescue LÍV kom til Føroyar á páskum í 2008 og hevur tænt føroysku sjóbjargingini væl hesi skjótt 13 árini, hann hevur verið í Føroyum.

- Vit hava verið sera væl nøgd við Rescue LÍV, men tíðin var komin at gera av, um vit skuldu senda bátin til Svøríkis til høvuðsumvælingar ella keypa annan bát, sigur Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue Lív.

- Eftir at hava kannað, hvønn bát vit kundu fáa í staðin fyri Rescue LÍV, komu vit fyri tveimum árum síðani fram á ein bát, sum var til sølu í Svøríki. Vit gjørdu skjótt av og keyptu Tanum, sum er væl størri enn Rescue LÍV, og sum hóskar betri til tørvin hjá okkum og til ofta harðbalna veðrið í Føryoum. Av tí, at Tanum nú er klárur og er settur í føroysku tilbúgvingina, var klárt at selja Rescue LÍV, og hann fer nú aftur hagar, hann kom.

- Vit hava longu havt fleiri útkall við Tanum, og hann roynast sera væl. Á einum sjúkraflutningi úr Skopun fyri tveimum vikum síðani, vísti vindmátarin umborð 45 m/s, men hóast nógva vindin, bar Tanum seg sera væl í sjónum. So vit eru væl nøgd við nýggja bátin og spent til at av álvara at brúka hann í tilbúgvingina á sjónum, sigur Jens Hansen, sum hevur verið umsjónarmaður á Rescue LÍV øll árini, síðani hann kom til Føryoyar.

Tanum fær í vár navnið Rescue Lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder