2025-03-30 20:00

Reyði Krossur Føroya letur hálva millión í neyðhjálp til Myanmar.
Tað gjørdi nevndin av áðrenn árliga aðalfundin hjá Reyða Krossi í Føroya.
Myanmar varð rakt av ógvusligum jarðskjálvta fyrradagin, tann 28. mars, og framvegis liggja børn og vaksin fangað undir húsaleivdum. Tað hevur tískil alstóran týdning, at neyðhjálpin kemur fram sum skjótast, sigur Reyði Krossur Føroya.
Nevndin í Reyða Krossi er soleiðis skipað
Jóannes Eidesgaard, formaður
Torfinn Højgaard, næstformaður
Mary-Ann Thomsen, kassameistari
Fía Niclasen, nevndarlimur
Tommy Petersen, nevndarlimur
Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur
Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald