2019-02-01 19:39
Clive Swift, sum er best kendur frá leiklutinum sum Richard, manninum hjá Hyacinth Bucket i Fínt skal tað vera, andaðist í dag 82 ára gamal.
Tað skrivar BBC News á heimasíðuni.
Hann var við í Fínt skal tað vera saman við Dame Patricia Routledge - Hyacinth - í seks ár.
Clive Swift varð føddur í Liverpool í 1936, hevði trý børn við fyrrverandi konu síni, rithøvundanum Margaret Drabble.
Sambært umboði hansara, doyði hann í heimi sínumeftir stutta sjúkralegu, umrgirdur av sínum kæru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald