Hóast ikki er loyvt at flyta livandi seyð ímillum oyggjarnar í Føroyum, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi, um flutningurin ikki førir við sær munandi vanda fyri sjúkuspjaðing.
Ein av treytunum fyri at undantaksloyvi kann gevast er, at váttan er um at eingin tekin hava verið um fráboðanarskylduga sjúku í hvørki upprunadjórahaldinum ella hagapartinum, haðani seyðurin kemur.
Tað er tí ikki loyvt at flyta seyð, sum hevur sjúkutekin, ella at flyta hann frá djórahaldi við smittandi sjúku. Heldur ikki er loyvt at flyta seyð úr hagaparti, har ridluskriði er staðfestur. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann tó geva undantaksloyvi til hetta.
Oyggjarnar, har ridluskriði er staðfestur, eru Streymoy, Eysturoy og Fugloy. Loyvt er at flyta seyð av hesum oyggjum til góðkend sláturvirki. Flutningur av seyði á hesum oyggjunum er loyvdur uttan úr sjálvum høgunum, har ridluskriði er staðfestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald