Í Oslo hava tey seinastu dagarnir fyrireikað jarðarferðina hjá Harald kongi, sum doyði 28. august, 89 ára gamal.
Klokkan 11 verður kongskistan førd frá Slotskapellinum til Oslo dómkirkjuna. Í fylginum ganga Hákun kongur, Ingrid Alexandra, Sverre Magnus prinsur og Märtha Louise prinsessa. Mette-Marit drotning og Sonja drotning vera í bili.
(Mynd: VG)
Jarðarferðin verður í dómkirkjuni í klokkan 12 og byrjað verður við at minnast Harald kong í ein minutt. Hetta verður um alt landið. Jarðarferðin verður liðug um 13 tíðina, og kongskistan verður flutt til Akershus, har Harald kongur verður jarðaður í kongaliga gravhúsinum. Norska stjórnin játtaði í 2024 20 milliónir krónur til eitt sonevnt sarkofag til kongshjúnini.
Hópin av gestum eru komnir til Oslo at fylgja. Hetta millum annað kongalig úr øllum heiminum, ríkisleiðarar og onnur sum hava havt tilknýti til Harald kong.
-
(Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Danska kongaskipið Dannebrog liggur við bryggju í Oslo. Donsku kongshjúnini vera til jarðarferðina (Mynd: Stian Lysberg Solum/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Sonja drotning og Hákun kongur (Mynd: Christoffer Andersen/NTB/Ritzau Scanpix)
-
Ingrid Alexandra krúnprinsessa og Magnus Sverre prinsur (Mynd: Christoffer Andersen/NTB/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald