Innanlands

Ring koyrilíkindi kring landið

Nógvur vindur er í fleiri støðum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-15 09:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur er kring landið, og Landsverk boðar frá, at hetta gevur ring koyrilíkindi fleiri staðni.

Flest ávaringar um ring koyrilíkindi eru á Suðuroynni. Ringast stendur til um Prokerisháls, har skrið er og upp í 30 m/s í hvirlunum. Um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum og í Hvalba er upp í 27 m/s í hvirlunum.

Um Gjáarskarð er skrið og upp í 27 m/s, meðan hvassur vindur er og upp í 26 m/s í hvirlunum á Høgareyni og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder