Innanlands

Rokningarnar hjá Heðini ikki goldnar enn

Tórshavnar kommuna tvíheldur um, at tey ikki skulu gjalda 37.500 krónur fyri valgreinar hjá Heðini Mortensen í Vikublaðnum

2019-03-06 20:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Rokningin er ikki goldin. 

Tað staðfestir Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, sum gav Vikublaðið út. Hann sigur, at málið hevur ligið stilt í eina tíð, men at hann fer í gongd við málið aftur nú. 

Málið snýr seg um eina rokning fyri temasíður í einari útgávu av Vikublaðnum 29. august í 2016 - beint áðrenn kommunuvalið sama ár. Í blaðnum eru greinar um Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóra í Tórshavnar kommunu. Undir yvirskriftum sum "Maðurin sum fer eftir loysnunum", verða avrikini hjá Tórshavnar kommunu lýst. 

Upphæddin sum framvegis ikki er goldin, er 37.500 krónur.

[object Object]

Men Tórshavnar kommuna vil ikki gjalda rokningarnar, sum Miðlahúsið hevur sent, tí umsitingin í kommununi metir greinarnar at vera persónligar valgreinar hjá Heðini. Í telduposti frá Bjørgfríð Ludvig til Heðin Mortensen dagfest 3. oktobur í 2017 verður hetta gjørt greitt. 

- Vit hava fyrr í ár svarað Sosialinum, at kommunan ikki metir, at hetta er umbiðið av Tórshavnar kommunu. Hetta er at meta sum valgreinar hjá tær. Siðvenja er, at tey sum stilla upp, rinda fyri valgreinar, skrivar Bjørgfríð Ludvig millum annað. Hon leggur afturat, at tey ikki vilja hava, at málið fer í rættin. 

- Sosialurin hevur nú sent kravið til innheintingar, sí hjálagt. Haldi ikki, at tað er ynskiligt, at málið fer í rættin, og tí fari eg at biðja teg um at taka málið upp við Sosialin, skrivar hon í telduposti til fyrrverandi borgarstjóran, Heðin Mortensen. 

[object Object]

Ikki kommunumál 
Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri segði í gjár, at onki nýtt er hent í málinum. Hon segði, at tey mettu at hetta ikki var ein rokning hjá kommununi og at Sosialurin heldur ikki hevur sent fleiri krøv til kommuna. 

Jonhard Hammer segði hinvegin í dag, at tey fóru at seta seg í samband við kommununa, og at tey roknaðu við at ein semja fanst um málið. 

Sosialurin hevur áður sent málið til innkrevjingar hjá advokatum, men síðani síðsta innkrevjingin varð send í desember mánaða í 2017, er eftir øllum at døma onki hent. 

Portalurin hevur síðani í gjár roynt at fáa fatur í Heðini Mortensen umvegis telefon og sms, men tað hevur ikki eydnast enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder