Innanlands

Januar latið gjørt roknskapargreining av 20 teimum størstu fyritøkunum

P/F Januar hevur gjørt eina roknskapargreining fyri 20 føroyskar vinnufyritøkur, sum hava størsta umsetningin

2018-11-14 12:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, hevur gjørt eina roknskapargreining fyri 20 føroyskar vinnufyritøkur, sum hava størsta umsetningin. Tryggingarfeløgini og peningastovnarnir ikki við í greiningini, tí tær eru heldur ikki við í teimum útlendsku greiningunum, sum samaborið verður við.

Endamálið er at lýsa gongdina hjá hesum vinnufyritøkunum í tíðarskeiðnum 2013 – 2017 og samanbera gongdina hjá føroysku fyritøkunum við gongdina hjá stóru vinnufyritøkunum uttanlands.

Greiningin lýsir gongdina við at kanna hesi lyklatølini:

  • Umsetningin
  • Vinningin
  • Íløgurnar
  • Skuldina
  • Starvsfólkini
  • Eginognina

Fyri at greiningin kann vera lættari at lesa og skilja, verða lyklatølini viðgjørt í greiningum fyri seg.

Greiningarnar verða lagdar út á heimasíðuna hjá P/F JANUAR, løggildum grannskoðanarvirki – www.januar.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder