Mentan

Rørslufagnaðurin eydnaðist væl

Rørslufagnaður var í Vági í dag í samband við Mentanarvikuna

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-05-03 20:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Millum mongu tiltøkini á skrá í Mentanarvikuni í Vági var Rørslufagnaðurin, sum var skipaður í samstarvi millum Vágs kommunu, Vágs Skúla, Ítróttaháskúlan og Fólkaheilsuráðið.

Rørslufagnaðurin byrjaði við Vágs Skúla, har skúlabørn og lærarar, næmingar frá Ítróttaháskúlanum, og mong onnur sum løgdust afturat gonguni, gingu frá Vágs Skúla yvir í Marghøllina.

Í Marghøllini skipaðu næmingar frá Ítróttaháskúlanum fyri rørsluspølum, klartring og bóltspølum, skrivar kommunan.

Ein væleydnaður fyrsti Rørslufagnaður í Vági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder