Innanlands

Rótikassin 24/7: - Flottur, men óbrúkiligur bygningur til sølu

- Verður seldur vegna vánaligar umstøður fyri næmingarnar

2018-12-03 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Bygningur er ætlaður til skúlabrúk, men tað vísur seg, at glas ikki er tað besta tilfari til bygging av hesum slagnum. 

Soleiðis ljóðar skemtiliga sølulýsingin av Glasi, sum er løgd út á bólkin “Rótikassin 24/7” á Facebook. Ein lýsing ella eini boð, sum nógv eftir øllum at døma hava sæð og halda vera stuttlig. Sølulýsingin er dámað meira enn 2000 ferðir.

- Tí burdu áhugaði verið meira kreativ og logisk hugsandi enn arkitekturin. Bygningurin hevur eina rúgvu av feilum, ið mugu gerast umgangandi. Millum teir 21 trygdarfeilirnar, eru millum annað, loft, ið dettur niður. Men, man kann altíð bíða við at seta tað í stand, stendur millum annað í lýsingini.

- Afturat hesum hevur man nýliga funnið út av, at tað er kalt Í Føroyum og tí er tað eitt gott hugskot at brúka eitt sindur av peningi, uppá eitt hitasystem, ið riggar, stendur.

Her verður sipað til at øll skúlagongd varð avlýst í morgun, tí brek var á hitaskipanini, og skúlin tí var kaldur tá næmingar og lærarar møttu.

- Boðið byrjar á 100 krónum, verður skrivað í skemtiligu sølulýsingini um nógv umrødda skúlan í Marknagili.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder