
12. mai í ár varð nýtt heimsmet sett av SAGA manningini, sum róði frá Portugal til Kuba við lítlum steðgi í Las Palmas. Á vegnum var møguleiki at stuðla SAGA manningini við peningagávum, sum óskerdar vórðu brúktar til at tæna góða endamálinum hjá Row For Water.
- Saman við tykkum hava vit hjálpt umleið 21.000 menniskjum í Somalia við at geva teimum reint vatn til næstu umleið 15 árini. Eftir at hava róð tvørturum Atlantshavið er tíðin endiliga komin at handa donatiónirnar víðari til okkara samstarvsfelagar, ið hava bygt seks brunnar í Somalia, boðar manningin frá á heimasíðu teirra.
Á túrinum stungu ymsir trupulleikar seg upp, sum ávirkaðu upprunaligu ætlanina við verkætlanini. Komnir til Las Palmas úr Portugal valdu tveir mans at stíga av bátinum og enda túrin. Tað steðgaði tó ikki restini av manningini at útliva dreymin, og teir hildu fram fýra mans.
Komnir hálvan veg til Kuba gekk stýriskipanin eisini fyri á bátinum. Tíbetur høvdu teir fyrireikað eina neyðloysn, sum kravdi, at ein maður stýrdi bátinum allatíðina, meðan ein róði. Teir skipaðu seg í tvær vaktir, soleiðis at tveir høvdu frí, meðan tveir róðu og stýrdu bátinum.
Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen og Isaac Giesen komu tó allir í land í Baracoa í øllum góðum við nýggjum heimsmeti.
Les meira um Row for Water verkætlanina á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald