Innanlands

Royal Run sett heimsmet

Aldrin fyrr hava so nógv fólk melda seg til eitt One Mile-run

2019-04-30 12:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógv fólk hava melda seg til Royal Run renningina í ár. í Føroyum hava 3202 fólk melda seg til at renna saman við krúnprinsinum í Klaksvík tann 1. juni.

Í Keypmannahavn hevur Royal Run sett heimsmet á One Mile-run teininnum. Aldrin fyrr hava so nógv fólk melda seg til eitt One Mile-run. Í skjótt eitt ár kundi Vitality Westminster renningin reypa av at hava 8040 fólk til eitt One-Mile Run, men metið veðrur nú tikið.

Heili 17.021 fólk hava melda seg til at renna One Mile til Royal Run renningina í Keypmannahavn tann 10. juni. Hetta er nógv fleiri enn væntað, tí at fyrireikararnir vóru í iva í um tað yvirhøvur skuldi verða gjørligt at renna One Mile, tá teir fyrstu ferð skipaðu fyri Royal Run í fjør í samband við 50 ára føðingardagin hjá krúnprinsinum. Teir væntaðu ikki at fólk fóru at melda seg til One Mile.

Avgerðin um at gera tað gjørligt at renna One Mile var tikin, tí at krúnprinsurin og sambondini innan ítrótt ynsktu at geva øllum møguleika at hátíðarhalda føðingardagin hjá krúnprinsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder