2018-11-05 10:49
Ósemja er enn um nýggja sáttmálan fyri Strandferðsluna, og tí hittist Semingsstovnurin við Skipara og Navigatørfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í morgun.
Partarnir samráddust fríggjadagin, men annars hevur ikki verið fundast um vikuskiftið, skrivar KVF.
Skipara og Navigatørfelagið og Lønardeildin hava havt sjey fundir sínámillum um nýggjan sáttmála, men tá ikki bar á mál varð boð sent eftir Semingsstovninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald