2018-11-02 10:24
Skipara og Navigatørfelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hava enn ikki megna at semjast um nýggjan sáttmála. Í dag ger semingsstovnurin eina roynd at finna semju millum partarnar.
KVF skrivar, at sjey samráðingarfundir hava verið millum partarnar um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna, men at partarnir ikki megnaðu at finna semju. Tí eru boð send eftir semingsstovninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald