Innanlands

Royndi at tøma frystiboks men fór við ongum

Viðkomandi fylti sær upp í tveir posar av frystigóðsi, áðrenn hann rýmdi av staðnum

2018-10-27 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um átta-tíðina í gjár fekk løgreglan boð um, at onkur var farin inn í ein kjallara í Havn og var byrjaður at tøma frystiboksina. Viðkomandi hevði fylt tveir posar, tá hann brádliga leyp avstað, uttan at taka nakað við sær, sostatt fekk tjóvurin einki burturúr.

Annars hevur náttin verið friðarlig hóast nógv fólk vóru í býnum, sigur vakthavandi á politistøðini.

Í nátt var ein maður handtikin fyri at vera ólátaður í býnum og ikki vilja akta boð frá løgregluni. Hesin maðurin fær bót fyri brot á politiviðtøkunar.

Eisini hevur løgreglan verið úti og vitjað skeinkistøð í nátt, men har var alt í lagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder