Innanlands

Roysningur liggur nær Slættanesi

Roysningurin tykist at verða heilt spakur

2018-07-12 14:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein roysningur er í dag sæddur liggja í fjørðini nær Slættanesi.

VP.fo skrivar, at tað eru bátarnir, sum gera útferðir undir Vestmannabjørgunum, sum sóu roysningin. Roysningurin tykist at verða púra spakur.

Hendingaferð sæst roysningur í Føroyum, og fyri nøkrum døgum síðani var ein roysningur sæddur á Eiði. Talan kann væl verða um sama roysning.

Roysningur er eitt stórt djór. Brimlarnir kunnu verða meiri enn 3 metrar langir, meðan opnurnar eru heldur minni. Hann heldur til norðuri í kalda Íshavinum og mest í rúmum sjógvi. Roysningar verða eini 40 ára gamlir.

Sí fleiri myndir av roysninginum við Slættanes á VP.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder