Uttanlands

Rubio tosað við Lavrov um Ukraina

Uttanríkismálaráðharrar í USA og Russlandi hava m.a. tosað um næsta stig í samráðingunum um frið í Ukraina

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

2025-03-16 17:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio hevur um vikuskiftið tosað í telefon við russiska starvsbróðir sín, Sergej Lavrov, og teir báðir eru samdir um at taka samskiftið uppaftur millum Russland og USA.

Rubio og Lavrov hava tosað um næsta stig í samráðingunum, sum skulu tryggja ein enda á krígnum í Ukraina. Herfyri hittust teir í Saudiarabia, men enn er ikki greitt, nær teir hittast aftur, skrivar Ritzau.

Í vikuni varð boðað frá, at USA og Ukraina vórðu blivin samd um eitt uppskot um 30 daga vápnahvíld, men Russland hevur enn ikki tikið undir við tí.

Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur, at hugskotið er tað rætta, men enn eru spurningar, sum mugu takast upp.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur síðan sagt, at hann er vísur í, at at tað fer at eydnast at gera eina avtalu við Putin um at fáa ein enda á krígnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder