Innanlands

Rudda Føroyar: 22,1 tons av ruski varð savnað inn

Mest varð savnað inn í Funningsfirði og Streymoynni

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2018-09-26 11:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

22,1 tons av ruski varð savnað inn og burturbeint, tá tiltakið Rudda Føroyar var 15. september.

Tað skrivar Rudda Føroyar á Facebook.

Í alt vóru 50 ruddingar í Vágum, Norðoyggjum, Nólsoy, Suðurstreymoy, Skopun, Finningsfirði, Norðursuðuroy, Suðursuðuroy og Norðureysturoy.

Mest varð ruddað í Norðurstreymoy, Suðurstreymoy og í Funningsfirði. Í Norðurstreymoy varð ruddað 2,439 tons, í Suðurstreymoy varð ruddað 3,1 tons, og í Funningsfirði 13,95 tons

1604 fólk høvdu teknað seg til at rudda, men møguliga vóru fleiri, ið ruddaðu. Harav vóru 30 feløg tilmeldað (1076 fólk) og 528 einstaklingar. 

Sambært tølunum hjá Rudda Føroyar vóru 90,2 % av teimum, ið tilmeldaðu seg sum einstaklingar ella húski kvinnur.

184 kvinnur meldaðu seg sjálvar ella húski sítt til, og tað sama gjørdu 20 menn. Hesi tølini eru tó bygd á tilmeldingar og ikki á hvør møtti upp á degnum.

Alt frá timbri til boyur, fiskakassar, akkumulatorar og sigarettstubbar vóru ruddað. Í Havn tók ein 440 sigarettstubbar upp á 1,5 tímar.

Tiltakið verður aftur 14. september næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder