Tórshavnar kommuna: Felagsskapurin Rudda Føroyar hevur síðan 2017 samskipað altjóða ruddingardagin vegna Føroyar í september á hvørjum ári, og hesi árini hevur felagsskapurin savnað fólkið um at rudda heili 65 tons av burturkasti upp úr náttúruni.
Rudda Føroyar arbeiðir í løtuni við nýggjum átaki, sum skal minka um dálkingina av sigarettstubbum í býi og náttúru. Kanningar vísa, at í heimshøpi verða 4,5 trilliónir sigarettstubbar tveittir í náttúruna - tað eru so stórar mongdir, at tað er ovast á listanum yvir teimum 10 ymisku sløgunum av burturkasti, sum verða mest tveitt í náttúruna.
Eisini í Føroyum liggja sigarettstubbar í túsundavís í náttúruni og á vegunum. Hetta vil Rudda Føroyar broyta. Átakið snýr seg um at økja um vitanina og tilvitanina um, hvussu dálkandi sigarettstubbar eru. Hetta verður gjørt við eini kunnandi lýsingaherferð og við at seta gjøgnumskygd stubbarør upp ymsastaðni í Havnini í summar.
- Sigarettstubbar eru sera dálkandi fyri umhvørvið. Tað, sum nógv ikki vita, er, at filtrið á eini sigarett m.a. er gjørt úr plasti, so tá stubbin endar í t.d. haganum, verður hann til mikroplast. Harafturat tekur tað umleið 15 ár, áðrenn ein stubbi er niðurbrotin, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar.
Rudda Føroyar vónar við hesum átaki at fremja eina hugburðsbroyting hjá fólki. Í fyrstu atløgu fer átakið fram í Tórshavnar kommunu. Rudda Føroyar fekk í mai mánaði umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu til átakið.
Frá viku 30 og nakrar vikur fram verða stór, gjøgnumskygd stubbarør at síggja ymsastaðni í Havnini fyri at fáa fólk at hugsa um, hvar tey tveita sigarettstubban. Eisini eru ókeypis lummaøskubikør tøk hesi støðini: Sirkus, Eta, Paname, Sentrum og Essabarr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald