- Tað gevur lítla meining at seta eitt landsstýrisfólk og nakrar dagar seinni ella vikur er samgongan ikki til meira.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í dag, til spurningin um hví einki landsstýrisfólk er sett fyri Henrik Old enn.
Hann sigur, at tað hevur verið so mikið óstabilt í samgonguni, at løgmaður hevur valt at útseta landsstýrisútnevningina eitt sindur.
- Tingini eru við at stabilisera seg eitt sindur og vit fara at finna felagsstev, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður við útvarpið
Aksel V. Johannesen sigur, at nýggja landsstýrisfólkið í samferðslumálum verður úr Javnaðarflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald