Tað hevur leingi verið ætlað, at manningin í býráðnum í Runavíkar kommunu skuldi fara eina arbeiðs- og íblástrarferð. Valið fall á Ísland, og tvørtur um hetta vikuskiftið verður vitjað í íslendska høvuðsstaðnum og kring um hann. Runavíkar kommuna hevur annars tveir vinarbýir í Íslandi – Ísafjørð og Egilstaðir.
Fyrst og fremst er ætlanin við ferðini at stinga út í kortið, hvussu arbeiðið í kommununi skal leggjast til rættis á ymsu mótunum tey næstu árini. Tað snýr seg í stóran mun um tíðina, sum er eftir av hesum valskeiðnum, men ætlanin er eisini at leggja eina vegleiðandi langtíðarløguætlan fram til 2028. Allur leygardagurin verður brúktur til hetta endamálið, skrivar kommunan.
Annars lendi ferðalagið í Keflavík fríggjamorgunin kl. 09:30. Stefan Kristjansson flutti okkum í strætisvagni til Reykjavíkar, har vitjað varð á Sendistovu Føroya. Petur Petersen, sendimaður, tók væl ímóti og greiddi frá íslendskum samfelagsviðurskiftum, serliga við atliti til støðuna hjá kommununum í landinum. Eftir tað varð vitjað í Alþinginum, har forseti tingsins, hin í Føroyum so væl kendi Steingrimur J. Sigfússon, tók ímóti og bjóðaði miðmála í hølunum, har ið formansskapurin vanliga hevur sínar fundir. Ferðalagið fekk síðani høvi til at síggja henda stásiliga bygning úr enda í annan. Út á seinrapartin varð vitjað í Sjávarklasinn – framkomna íverksetarahúsið í býnum – og Þór Sigfússon, stovnari og oddviti, greiddi hegnisliga frá íkomuni, gongdini og framtíðarætlanunum.
Mánadagin vitjar ferðalagið Ráðhúsið í Reykjavík. Dóra Björt Guðjónsdóttir, formaður í býráðnum í Reykjavík, og skrivstovustjórin í mentamáladeildini, hin í Føroyum so væl kenda Sif Gunnarsdóttir, taka ímóti og greiða frá. Eftir tað verður vitjað í svimjingarhøllini í Laugardali, har dagligi leiðarin, Logi Einarsson, tekur ímóti. Fram ímóti miðdegi verður farið til Kópavogs at vitjað kommununa. Borgarstjórin, Ármann Kr. Ólafsson, greiðir frá, saman við Soffíu Karlsdóttir, sum fer at greiða frá og sýna fram Mentanarhúsið (Gerðarsafn/Bókasafn/Náttúrufræðistofa). Savning verður í Tónlistahúsinum, har døgverðaábit verður, og barnamentanarfulltrúin fer at greiða frá familjuskránni hjá húsunum og at tosa um samstarvið við skúlarnar og um samstarvið húsanna millum. Ítróttarfulltrúarnir luttaka eisini.
Sama dagin verður vitjað í ítróttarhúsinum Kórinn (fótbóltshøll o.a.) og í ítróttarøkinum í Kópavogsdali. Versalir verða eisini vitjaðir (svimjingarhylur og fimleikahøll). Seinasta sneiðingin á hesi arbeiðs- og íblástrarferð er eitt legg inn á gólvið hjá Matís, har Steinar B. Aðalbjörnsson fer at greiða frá. Ferðalagið fer úr aftur Keflavík í Vágar í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald