Innanlands

Runavíkar býráð samtykt fyrsta part av svimjihøllini

Hesin fyrri parturin av verkætlanini, snýr seg um fyrireikingararbeiði, og kostnaðurin er 200.000 krónur.

2022-01-28 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti í gjárkvøldið at fara undir fyrsta skeið í arbeiðnum at gera nýggja svimjihøll í býnum. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.

Nýggja svimjihøllin er skipað í tveimum stigum, skeið 1 og skeið 2. 

Skeið 1 snýr seg í stuttum um, at farið verður undir eina felags tillaging og albøting av verkætlanargrundarlagnum, sum kann verða undirstøða undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála. Partarnir skulu vera komnir á mál við hesum partinum í seinasta lagi hin 15. apríl 2022. Kostnaðurin í handverkaraútreiðslum verður sambært avtaluni góðar 92 milliónir krónur og samlaði kostnaðurin 110 milliónir krónur.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið var drúgt orðaskifti um málið, og undir viðgerðini var broytingaruppskot lagt fram um at beina málið í nevndirnar aftur. Tað uppskotið fekk tvær atkvøður fyri og 9 ímóti. Eftir tað var atkvøtt um avtaluna, sum Kanjon og borgarstjórin í Runavíkar kommunu høvdu skrivað undir hin 17. januar, og sum frammanundan hevði verið til viðgerðar í Ítróttarnevndini og í Fíggjarnevndini. 9 atkvøður tóku undir við avtaluni, ein var blonk, meðan ein býráðslimur atkvøddi ímóti avtaluni. Kostnaðurin fyri Skeið 1 er 200 túsund krónur, sum verða fíggjaðar við eini útreiðsluneutralari eykajáttan.

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at nú verður skjøtul settur á at virka fyri at semja fæst millum partarnar um ein sáttmála um høvuðsarbeiðstøku áðrenn 15. apríl í ár.  

Í besta føri kann tí roknast við, at svimjihallarmálið av nýggjum gerst eitt mál í býráðnum fyri summarfrítíðina í ár, og tá fer tað umsíðir at snúgva seg um, um ein svimjihøll skal byggjast í Runavíkar kommunu ella ikki, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder