Innanlands

Runavíkar kommuna fingið Hagvarp

Hagstova Føroya hevur gjørt Runavíkar kommunu eitt sonevnt Hagvarp

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2018-11-07 15:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Runavíkar kommuna hevur tikið stig til at gera lyklatøl hjá kommununi atkomilig. Hetta er gjørt við at Hagstova Føroya hevur gjørt kommununi eitt sonevnt Hagvarp.

Í Hagvarpinum verða ymisk dagførd lyklatøl fyri Runavíkar kommunu, so sum fólkatal, til- og fráflyting, burðaravlop, arbeiðsloysi, lønargjaldingar, løntakarar og tal av skúlanæmingum, innlisin úr skipanum hjá Hagstovuni.

Hagvarpið sæst við at trýsta á hesa leinkjuna.

Hapvarpið gevur eitt gott innlit í samfelagsgongdina á ymiskum økjum og kann t.d. nýtast í kunningar- og undirvísingarhøpi, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder