Innanlands

Runavíkar kommuna hevur lagt fíggjarætlan fyri 2019

Kommunan væntar 2,6% í rakstrarvøkstri, 8000 kr í barnafrádrátti og niðurgjalding av skuld

2018-11-01 15:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hin 11. oktober var Runavíkar býráð savnað í Saltangará fyri at leggja fíggjarárið 2019 til rættis. Eftir drúgføran fund varð samfeld semja gjørd um, millum allar býráðslimirnar, hvussu Runavíkar kommuna skal rekast á fíggjarliga mótinum næsta ár.

Í kvøld – 31. oktober – var fyrsta viðgerð av FÆ2019 á almennum býráðsfundi. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og býráðið alt tók undir við tí. Onnur og endaliga viðgerðin verður á almennum býráðsfundi hin 29. november 2018.

Raksturin hækkar við 2,6%´um. Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið – úr 6.500 uppí 8.000 krónur. Skattaprosentið verður tað sama, ongin lántøka verður framd, hinvegin er ætlingin at gjalda skuldina niður við 13 milliónum krónum í 2019. Í løtuni er skuldin komin niður á 57% av einari álíkning. Íløgufæið í 2019 er samsvarandi ætlanini 45,6 milliónir krónur.

Íløgumegin er nýggja bryggjan undir Høgabóli liðug, bara ravmagnsparturin er eftir, og í løtuni verður grót úr Eysturoyartunlinum ført av Strondum yvir í økið norðanfyri verandi havnarlag í Saltangará. Fyrireikingar verða longu nú gjørdar til tað, at fara undir gerð av eini 40 metra breiðari rampu, til rullandi flutning, í norðara enda á oljubryggjuni, - tí verður grótið lagt soleiðis, at skjøtil kann setast á hesa verkætlan, táið grótið úr tunlinum er komið til høldar einaferð næsta ár.

Onnur verkætlan, ið liggur fyri framman, er ætlaða svimjingarhøllin. Í vikuni verður arbeiðstilfarið flýggjað fyritøkunum, sum skulu luttaka í arkitektakappingini hesum viðvíkjandi. Luttakandi arkitektarnir hava eftir tað eina freist á tríggjar mánaðir til at senda uppskot síni inn, sum eftir tað verða viðgørd í metingarnevnd, umsiting, býráðsnevndum og býráði.

8 milliónir eru settar av til útstykkingar í 2019. Arbeitt verður í Leitishaganum í Saltangará-Runavík økinum, í Rituvík, í Søldarfirði og skjótt verður farið í holt við at stykkja út á Skála. Hetta snýr seg um væl omanfyri hundrað búeindir, og rættiliga stórur áhugi er hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið í økinum. Spillivatnsætlanin heldur fram hagartil komið er á mál, og 3,8 milliónir krónur eru settar av í 2019. Væleydnaða royndin við nýggju vallarljósunum í Runavík hevur nú tað við sær, at sama skipan verður sett upp við vøllin á Skála í 2019. Frameftir ætlar Runavíkar kommuna at gera væl meiri við at røkja sínar ognir, tí er hálv sætta millión sett av til tað endamálið. Annars er eitt yvirlit yvir íløgurnar niðast í hesum skrivi.

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2019 innanvert egnu uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder