Mentan

Russ Taff til Føroya

Vælkendi gospelsangarin Russ Taff kemur til Føroya at hava konsert tann 9. juli - í Nebo á Toftum. Stuðulsgrunnurin GJAMMA-Live skipar fyri

2025-04-18 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Russ Taff er vælkendur innan kristna tonleikaheimin – heilt frá 70´árunum sum forsangari í “The Imperials”, har hann sang perluna “Praise the Lord” inn í hjørtuni hjá mongum og til tops á hitlistunum, sum solistur við fleiri útgávum, og seinnu árini sum partur av Gaither Homecoming og ikki minst Gaither Vocal Band. Russ taff hevur vunnið fleiri Grammy virðislønir.

Nú er Russ Taff aftur útgávuaktuellur, Cover Story kom út í januar, og er eitt savn av hansara inniligu tulkingum av kendum sangum hjá m.o. so ólíkum artistum sum Prince, U2 og Blind Willie Johnson. Russ tulkar kendu sangirnar á sín heilt serstaka hátt – og eru framførslurnar hjá honum í dag sera inniligar og hjartabornar – sum bara ein maður við nógvum lívsroyndum kann gera tað.

Russ hevur verið nakrar ferðir í Føroyum fyrr, og hevur í hesum sambandi knýtt vinarbond við Føroyar og føroyingar. Útgávan “Faroe Islands”, sum Jákup Zachariasen stóð fyri saman við Óla Poulsen og Kristoffur Mørkøre, er prógv um tætta sambandið.

Nú fáa føroyingar so aftur møguleika at uppliva Russ Taff – tá hann trínur á pall í høllini í Nebo á Toftum. Við sær á ferðini hevur Russ Taff konu sína Tori, sum hevur fylgt honum og samstarvað tónlistarliga gjøgnum viðgongd og mótgongd í nærum 50 ár.

Konsertin við Russ Taff verður 9. juli kl.19.30 í Nebo á Toftum. Á palli saman við Russ verður framúrskarandi føroyskt orkestur, undir leiðslu av Henning Hjalt Nicodemussen, og koma teir at framføra løg av nýggju útgávuni umframt eitt úrval av sangskatti Russ Taff.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder