Uttanlands

Russisk njósnaraflogfør vóru ov nær breskum øki

Royal Airforce sendi tvey jettjagaraflogfør út at ávara

Tu-142 hjá russiska flogvápninum (Mynd: Ministery of Defence / BBC)

Tu-142 hjá russiska flogvápninum (Mynd: Ministery of Defence / BBC)

2021-03-30 12:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Typhoon jetjagaraflogfør frá bretsku hernaðarflogstøðini í Lossiemouth í Skotlandi vórðu í gjár send avstað fyri at forða tveimum russiskum Tu-142 Bear-F hernaðarflogførum, sum vóru komin ov nær bretskum øki, skrivar BBC

Tað var norska flogverjan, sum umvegis Nato, ávaraði um russisku flogførini. Bretsku jagaraflogførini komu fram á russisku flogførini yvir Norðsjónum. Meðan tey vóru í luftini fingu tey brennievni frá flogførum á støðini hjá Royal Airforce í Brize Norton í Onglandi.

Russisk flogfør av slagnum Tu-142 verða brúkt í sambandi við kanning ella njósning og í sambandi við at finna og stríðast móti kavbátum, skrivar BBC.

Ein av flogskiparunum, sum var við á uppgávuni sigur við BBC, at jagaraflogførini í Lossiemouth standa klár at fara avstað alt samdøgrið.

- Í hesum føri vóru vit ávarað av Nato um tvey illgrunasom russisk flogfør, sum nærkaðust okkara áhugaøki. Vit fóru avstað og staðfestu at tvey Tu-142 Bear-F vóru komin ov nær bretskum øki, og ráddu teimum frá at koma nærri. Okkara uppgáva er at verja loftrúmi hjá Nato og bretska kongsríkinum hvønn minutt hvønn einasta dag, sigur flogskiparin við BBC.

[object Object]Eitt av Typhoon jagaraflogførunum hjá RAF (Mynd: EPA)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder