Uttanlands

Russiski forsætisráðharrin fingið staðfest COVID-19

Mikhail Misjustin hevur nú latið seg avbyrgja fyri ikki at smitta restina av stjórnini, og fer landsins varaforsætisráðharri, Andrej Belousov at taka sær av uppgávum hansara, til hann er frískur aftur

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2020-05-01 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsætisráðharrin, Mikhail Misjustin, er staðfestur positivur fyri COVID-19. Hesum váttaði hann á talgildum fundi við forsetanum, Vladimir Putin, hósdagin.

Mikhail Misjustin hevur nú latið seg avbyrgja fyri ikki at smitta restina av stjórnini, men stjórnararbeiðið heldur fram sum vanligt, og ætlar forsætisráðharrin sær at vera tøkur at svara øllum týðandi spurningum.

Tað var í januar, at Mikhail Misjustin tók yvir sum forsætisráðharri eftir Dmitrij Medvedev. Vladimir Putin hevur sett varaforsætisráðharran, Andrej Belousov at taka sær av uppgávunum hjá koronarakta forsætisráðharanum, skrivar Ritzau.

Sambært uppgerð hjá Johns Hopkins University eru fleiri enn 106.000 tilburðir staðfestir í Russlandi. 1.073 eru deyð, og 11.619 eru staðfest frísk.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder