Uttanlands

Russiskur dómstólur: Eitranin av Navalnyj skal ikki kannast

Dómstólurin hevur í dag avvíst eina kæru frá sakførarunum hjá russiska andstøðupolitikaranum, men teir ætla at kæra avgerðina enn einaferð

Aleksej Navalnyj situr í løtuni í fongsulslegu í Vladimir-landslutinum (Mynd: EPA)

Aleksej Navalnyj situr í løtuni í fongsulslegu í Vladimir-landslutinum (Mynd: EPA)

2021-03-22 19:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein hernaðardómstólur í russiska høvuðsstaðnum Moskva heldur fast við, at eitranin av russiska andstøðupolitikaranum, Aleksej Navalnyj, ikki skal kannast.

Dómstólurin hevur í dag avvíst eina kæru frá sakførarunum hjá Navalnyj.

Sambært keldum hjá amerikonsku stjórnini, eru ábendingar um, at limir úr russisku trygdartænastuni, FSB, brúkti nervaeitrið Novitjok móti Navalnyj 20. august í fjør.

Serfrøðingar hjá ST eru eisini komnir til ta niðurstøðu, at Russland stendur aftanfyri álopið, og at endamálið var at spjaða ótta.

Sakførarar hjá Navalnyj siga, sambært Ritzau, at teir fara at kæra avgerðina enn einaferð.

Í august í fjør varð Navalnyj fluttur til Týsklands til viðgerðar, og ikki fyrr enn í januar í ár fór hann heim aftur til Russlands. Stutt eftir, hann var lendur í Moskva, varð hann handtikin.

Orsøkin til handtøkuna var, sambært russisku myndugleikunum, at hann hevði brotið reglurnar um royndarleyslating í sambandi við ein dóm, hann fekk í 2014. Talan er um eina politiskt motiveraða avgerð, heldur hann.

Í februar varð hann dømdur hálvtfjórða ára fongsulsrevsing.

Úr Russlandi verður víst aftur, at russiska stjórnin skal hava staðið aftanfyri eitranina á Navalnyj, og eisini verður sagt, at stjórnin einki prógv hevur sæð um, at Navalnyj varð eitraður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder