Uttanlands

Russland: 10.000 staðfest smittað seinasta samdøgrið

Talan er um eitt nýtt met hjá Russlandi, har fleiri enn 134.000 nú hava fingið staðfest koronasmittuna

Russiski forsætisráðharrin, Mikhail Misjustin er millum tey smittaðu (Mynd: EPA)

Russiski forsætisráðharrin, Mikhail Misjustin er millum tey smittaðu (Mynd: EPA)

2020-05-03 10:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 10.633 fólk staðfest smittað við koronasmittuni í Russlandi. Hetta er eitt nýtt met hjá landinum.

Dagin fyri vórðu 9.623 nýggir tilburðir staðfestir. Sostatt er talið á nýggjum tilburðum seinasta samdøgrið økt við uml. 10 prosentum.

Samlaða talið á staðfestum tilburðum í Russlandi er nú 134.687. Av teimum eru 1.280 deyð. 58 eru deyð av COVID-19 seinasta samdøgrið, sambært uppgerð hjá Worldometers.info.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder