Uttanlands

Russland hertikið tvær ukrainskar bygdir

Boðað verður frá hørðum bardøgum í økinum við eystara hermótið í Ukraina

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-10-24 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiskar herdeildir hava hertikið tvær bygdir, Serebrjanka og Mykolajivka, í Donetsk-landslutinum har eysturi í Ukraina.

Tað skrivar russiska verjumálaráðið á boðtænastuni Telegram, sambært dr.dk.

Ukrainski herurin hevur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanina um, at tær báðar bygdirnar nú eru komnar undir russiskt vald. Men boðað er frá hørðum bardagum í økinum við eystara hermótið.

Blokkarar, sum viðgera kríggið í bæði Russlandi og Ukraina skriva um ógvusligt stríð við býin Selydove, sum liggur umleið 100 kilometrar í ein útsynning úr Mykolajivka.

Ukrainska herleiðslan sigur, at teirra fólk hava svarað aftur øll tey 12 russisku álopini, sum eru fram í økinum nærhendis Serebrjanka, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder