Innanlands

Russland støðgar innflutningi frá Bakkafrost fyribils

Bakteria er funnin í laksaúrdrátti av Glyvrum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-11-16 12:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiligi myndugleikin í Russlandi, Rosselkhoznadzor, hevur í dag boðað frá, at innflutningurin av eini ávísari vøru frá Bakkafrost skal støðgast.

Tað sigur Bakkafrost í eini almennari fráboðan í dag.

Bakkafrost skrivar, at Rosselkhoznadzor ger avmarkingar í innflutninginum frá virkinum á Glyvrum, kallað AUT 125, tí at bakteriur eru funnar í eini sending av laksaúrdrátti – kallað ’off cuts’.

Bakkafrost upplýsir, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú fer at kanna viðurskiftini á virkinum, og kemur við eini niðurstøðu til Russelkoznador í komandi viku.

Avleiðingarnar eru, at útflutningurin av vøruni til Russlands støðgar frá 23. november og til greiða er fingin á viðurskiftunum og nýggj avgerð er tikin av myndugleikunum.

Bakkafrost hevur møguleika at umskipa framleiðsluna til aðrar marknaðir, verður sagt í fráboðanini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder