Eykajáttanin á tær 28,4 milliónirnar, sum løgtingið samtykti við 2. viðgerð fyrr í dag, fer nú helst aftur í fíggjarnevndina til viðgerðar.
- Vit fara at koyra málið aftur í nevnd, men tað verður ikki nevndarfundur aftur í dag, segði Ruth Vang, fíggjarnevndarforkvinna, á tingsins røðarapalli fyri lítlari løtu síðani.
- Vit eru í hesari støðuni, tí hetta málið ikki hevur fingið nakrar politiskar avleiðingar, segði hon.
At koyra málið aftur í nevnd hevur verið frammi nakrar ferðir í dag. Undir aðru viðgerð mældi Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, at koyra málið í nevnd. Uppskotið fall, men undir triðju viðgerð vóru tingfólk meira opin fyri hesum. Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin skeyt hetta upp, og løgmaður tók eisini undir við hesum.
Løgtingið fer at atkvøða í málinum um lítla løtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald